Har du lyst til at arbejde i tårnet på Vágar Floghavn på Færøerne?
- Virksomhed
- Naviair
- Postnummer
- 2770 Kastrup
- Ansøgningsfrist
- 25. oktober 2026
- Kontaktperson
- Jakup Joensen
- jjg@naviair.dk
- Telefon
- +298 222 844
Hevur tú hug at arbeiða í torninum á Vága Floghavn?
OBS! For dansk, læs længere nede i annoncen.
Kundi tú hugsað tær at blivið útbúgvin til AFIS-operatør, ella hevur tú longu útbúgvingina, so ert tú møguliga okkara nýggi starvsfelagi!
Naviair hevur sáttmála við Vága Floghavn um veiting av AFIS-tænastu til brúkarar, sum flúgva til og frá Vágum. Vágar AFIS er ein partur av flogtrygdartænastuni hjá danska felagnum Naviair. Sum umframt at veita flogtrygdartænastu í Danmark, eisini veitir hesa tænastu í Føroyum og Grønlandi.
Arbeiðsuppgávurnar eru at veita loftferðslutænastu (Aerodrome Flight Information Service – AFIS), T.v.s at veita kunningartænastu til flogfør, umframt alarmerings- og veðureygleiðaratænastu.
Førleikakrøv
- Tú hevur ein vælmentan samstundisførleika, tvs. kanst arbeiða við fleiri tingum í senn.
- Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, hevur yvirlit, ert ágrýtin og forvirkin (proaktiv).
- Tú klárar eina upptøkuroynd, sum er miðað til AFIS-arbeiðið.
- Tú klárar útbúgvingina til AFIS-operatør, ella tú frammanundan hevur AFIS-prógv.
- Tú samskiftir væl á enskum og donskum.
- Tú hevur KT-førleikar á brúkarastigi.
Vit bjóða
Tú fært eitt spennandi starv í einum toymi av starvsfeløgum við nógvum ymiskum uppgávum innan loftferðslu. Umframt kravdu AFIS-tænastuna kemur tú at arbeiða við altjóða flúgving, uppgávum innan SAR (Search And Rescue), frálandavinnu og fráboðanartænastu.
Umframt vanligu AFIS-tænastuna eru møguleikar at søkja/røkja fyrisitingarligar uppgávur innan leiðslu ella aðra fyrisiting.
Tornið í Vágum er í lágárstíð einmannað, tvs. at tú skalt trívast við at arbeiða einsamallur/einsamøll. Í háárstíð, tá mesta ferðslan er, verður miðað eftir at hava tvey fólk á vakt í senn.
Løn og starvstreytir
Miðal arbeiðsvikan er 37 tímar. Sum AFIS-operatørur arbeiðir tú í skiftandi vaktum, sum eisini umfata bakvaktir/tilkallivaktir.
Starvssetan er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast til “Loyniligt” (NATO SECRET) og at tú lýkur heilsutreytirnar sambært JAR-FCL Class 2.
Starvssetan verður sambært ‘Felagssáttmála ímillum danska Fíggjarmálaráðið og CO10’, ‘Fyriskipanaravtalu fyri ávís starvsfólk og onnur í Naviair’ og ‘Uppskrift um víðkan av Fyriskipanaravtaluni (AFIS)’ Hetta eru danskir sáttmálar/avtalur.
Undir útbúgving til AFIS-operatør er lønin umleið 26.700 kr. um mánaðan.
Aftaná endaliga útbúgving er byrjunarlønin umleið 41.800 kr. um mánaðan umframt 18% eftirløn.
Ástøðiligi parturin av útbúgvingini, sum er ca. 4 mánaðar verður á EPN í Malmø. Hettar verður frá umleið 10.01.27 til 20.04.27. Eftir tað er starvsvenjing í Vágum í umleið 6 mánaðar.
Umsókn
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við rakstrarstjóra fyri AFIS, TWR & APP Louise Katrine Heumann Eskildsen á tlf. +45 2338 1572 ella teldupost lhe@naviair.dk ella rakstrarleiðaran fyri VÁGAR AFIS Jákup Gardar Joensen á tlf. +298 222 844 ella teldupost JJG@naviair.dk
Naviair sær margfeldi sum ein fyrimun og vit eggja tí øllum áhugagum og egnaðum, uttan mun til aldur, kyn, ættarslag, trúgv og tjóðaruppruna, til at søkja starvið.
Trýst á “Ansøg” og send eina greinaða umsókn saman við tínum lívsrensli (CV) í seinasta lagi 25. oktober.
Setanarsamrøður verða væntandi í viku 48.
Har du lyst til at arbejde i tårnet på Vágar Floghavn på Færøerne?
Kunne du godt tænke dig at blive uddannet til AFIS-operatør, eller har du allerede uddannelsen, så er det måske dig, vi står og mangler som vores nye kollega!
Les starvslýsingina her á føroyskum.
Naviair har kontrakt med Vágar Lufthavn om levering af AFIS-tjeneste til lufthavnens brugere. Vagar AFIS er en del af flyvesikringstjenesten Naviair, som udover at levere lufttrafiktjeneste i Danmark også omfatter lufttrafiktjeneste i Grønland.
Dine arbejdsopgaver bliver at udøve flyvepladsflyveinformationstjeneste (Aerodrome Flight Information Service – AFIS), flyveinformationstjeneste, alarmeringstjeneste og vejrobservationstjeneste.
Kvalifikationer
- Du har en veludviklet simultankapacitet, dvs. kan arbejde med flere ting på én gang
- Du kan arbejde selvstændigt, har overblik og er handlekraftig og proaktiv
- Du kan bestå en optagelsesprøve, der er målrettet AFIS jobbet
- Du kan bestå uddannelsen til AFIS-operatør eller har et gyldigt AFIS-certifikat
- Du kommunikerer godt på dansk og engelsk
- Du har IT-kundskaber på brugerniveau
Vi tilbyder
Du vil få et spændende arbejde i et mindre team af kollegaer med mange forskelligartede opgaver indenfor luftfarten. Udover obligatorisk AFIS-tjeneste kommer du til at arbejde med international flyvning, opgaver indenfor SAR og meldetjeneste.
Udover den almindelige AFIS tjeneste vil der mulighed for at søge/bestride administrative sidefunktioner indenfor ledelse eller anden administration.
Tårnet på Vágar Floghavn er enmandsbetjent, dvs. du skal trives med at sidde alene og arbejde.
Løn og ansættelsesvilkår
Den gennemsnitlige ugentlige arbejdstid er 37 timer. Som AFIS-operatør vil du indgå i turnustjeneste, som også indbefatter rådighedstjeneste/tilkaldevagter.
Ansættelse er betinget af, at du kan sikkerhedsgodkendes til ”Hemmeligt” (NATO SECRET) samt, at du helbredsmæssigt kan godkendes til kravene jf. JAR-FCL Class 2.
Ansættelse vil ske i henhold til Fællesoverenskomst mellem Finansministeriet og CO10 samt Organisationsaftale for visse operative medarbejdere m.fl. i Naviair samt protokollat om udvidelse af organisationsaftalen (AFIS).
Under uddannelse til AFIS-operatør, vil lønnen udgøre ca. kr. 26.700 om måneden.
Efter udtjekning som AFIS-operatør er startlønnen ca. 41.800 om måneden og udover det kommer der ca 18% pension.
Ansøgning
Har du spørgsmål, er du velkommen til at kontakte driftsdirektør AFIS, TWR & APP Louise Katrine Heumann Eskildsen på telefonnr. +45 2338 1572 eller e-mail: lhe@naviair.dk eller driftschef Vágar AFIS Jákup Gardar Joensen på telefonnr. +298 222 844 eller e-mail: jjg@naviair.dk.
Naviair ser mangfoldighed som en fordel og vi opfordrer derfor alle interesserede og kvalificerede, uanset alder, køn, race, religion og etnisk baggrund til at søge stillingen.
Klik på ”Ansøg” og send en motiveret ansøgning og dit CV senest den 25.oktober
Der indgår test i ansættelsesprocessen.
Samtaler forventes afholdt i uge 48.